House of Stokholm

House of Stokholm

Del

Vit elska design. Ráðgeving og serloysnir til júst tín tørv. Innrætningsarkitektar klárir at hjálpa tær. STOKHOLM.fo føroya størsti nethandil við designvørum.

21/08/2026

NÚ OPIÐ HVØNN LEYGARDAG!

14/08/2026

STOKHOLM NÚ OPIÐ HVØNN LEYGARDAG

Sum nakað nýtt letur STOKHOLM handilin upp hvønn leygardag frá kl. 10-14.

Stórur eftirspurningur hevur verið eftir hesum átakinum frá okkara viðskiftafólki, og vit hava valt at lurta eftir tykkum - tað eru tit sum gera tað møguligt hjá okkum, at gera tað vit elska, hvønn dag:

• Ráðgeva um innbúgv til heimið ella arbeiðsplássi
• Geva tykkum íblástur til tykkara næsta keyp
• Vísa tykkum á nýggjasta rákið
• Hjálpa tykkum at bíleggja servørur
• Tekna heildarinnrættingar

Serliga okkara privatkundar, hava havt eitt stórt ynski um at kunna vitja okkum leygardagar. Í einum travlum gerandisdagi, har arbeiði, børn og frítíðarítriv fara við næstan allari tíðini, kann verða trupult at finna stundir at taka stórar avgerðir, sum at keypa innbúgv til heimið. Ein góð og væl umhugsað íløga, sum helst skal vara í nógv ár framyvir.

Tí gleðir tað okkum, at vit nú lata upp hvønn leygardag frá kl. 10-14 - fyrstu ferð í morgin 15. august.

Vit gleða okkum til at síggja tykkum!

Photos from House of Stokholm's post 12/08/2026

Vakurt ljós til køkin, ger allan munin.

Her síggjast vøkru veggjalampurnar frá THORUP, sum eita Patrone. Tær fáast í 4 ymiskum litum: Massivum messing, brunera messing, svart bruneraðum messing og nikkel beløgdum messing.

Yvir køksoynni sæst ein pakur avlangur pendil, sum er sera væl egnaður til køkar ella spísiborð. Pendilin er av merkinum AUDO og eitur Hashira. Hann gevur gott og vakurt ljós.

Tørvar tær hjálp til val av rætta ljósinum til títt heim? Kom inn á gólvið hjá STOKHOLM og vit ráðgeva tær. Til ber eisini at kjatta live við okkara ráðgevar millum kl. 8-17:30 mánadag til fríggjadag og leygardag kl. 10-14.

Photos from House of Stokholm's post 06/08/2026

Eitt danskt design-ikon síðan 1963.

Designað av Hans Bølling, Bølling Tray Table (bakkaborðið frá Bølling) - er funktionelt, vakurt og tíðarleyst. Hondgjørt á snikkaravirkinum hjá Brdr. Krüger í Danmark.

Myndir: Brdr. Krüger

Photos from House of Stokholm's post 04/08/2026

Summi ting skulu síggjast, ikki goymast burtur. Tá er eitt vakurt vitrinuskáp ella ein goymsluloysn við glaslúkum eitt gott val.

Stóra úrvalið av vitrinuskápum og goymsluloysnum frá Danish Interior Brand sært tú á https://stokholm.fo/brand/hubsch/

Pssst! Keypir tú á STOKHOLM.fo fært tú 10% í avsláttur, um tú skrivar teg upp til okkara tíðindabræv.

Myndir: Danish Interior Brand

Photos from House of Stokholm's post 04/08/2026

Flowerpot-lampan sniðgivin av Verner Panton, sum hevði blivið 100 ár í dag, er kend fyri sítt ikoniska og einfalda geometriska snið sameint við sterkar og vakrar litir. Ein tíðarleysur klassikari, sum ongantíð fer av móta.

STOKHOLM umboðar &Tradition í Føroyum.

Myndir/Video: &Tradition

Photos from House of Stokholm's post 03/08/2026

MIO Table frá Thorup Copenhagen , sum til dagliga prýðir vøkru matstovuna Paz og er karmur fyri øllum teimum meistarligu rættunum, sum borðreitt verður við, fæst nú eisini sum eitt rektangulert spísiborð.

Handverk i einum flokki fyri seg - massiv eik. Bílegg títt borð í dag á stokholm.fo/bilegg

Photos from House of Stokholm's post 31/07/2026

TRÆVARER LOUNGESTÓLUR - ÚR EINANS KR. 4.311,-

Lekkur stólur úr massivari eik og við myrkt polstraðum setri ella við setur polstrað við PU-leður.

Hesin vakri stólurin er framleiddur í Danmark av okkara trúgvasta veitara TRÆVARER. Eitt merkið sum borgar fyri góðsku og framúrskarandi handverki.

Bílegg stólin í seinasta lagi mánadag og vit veita hann vikuna eftir til tínar dyr - uttan kostnað.

Stólurin kann bíleggjast her www.stokholm.fo/bilegg

Spurningar kunnu skrivast á okkara live-chat á www.stokholm.fo

Photos from House of Stokholm's post 23/07/2026

BRICK BOX - Reolloysnin har bert hugflogið setur avmarkingarnar

BRICK BOX fæst í fýra støddum og tveimum træsortum - birk og eik.

Keyp tína BRICK BOX í dag á www.STOKHOLM.fo

Photos from House of Stokholm's post 22/07/2026

Alt tað lekkra innbúgvið, sum sæst á myndini, umboða vit hjá STOKHOLM.

Visti tú, at tú kanst bíleggja næstan alt innbúgv á STOKHOLM.fo/bilegg ?

… og visti tú, at tú eisini kanst bíleggja tíð til ráðgeving um innrætting - ókeypis? Bílegg eina tíð á STOKHOLM.fo/booka-tid

Vil du plassere din virksomhed på toppen av Møbelbutik-listen i Tórshavn?

Klik her for at gøre krav på din sponsorerede post.

Sted

Type

Telefon

Internet side

Adresse


Hoydalsvegur 8
Tórshavn
100

Hvad er åbningstiderne?

Mandag 10:00 - 17:30
Tirsdag 10:00 - 17:30
Onsdag 10:00 - 17:30
Torsdag 10:00 - 17:30
Fredag 10:00 - 17:30