23/08/2026
Nýtt FASDiNA-umsóknarumfar – 8 mió. kr. tøkar til gransking
Granskingarráðið lýsir aftur eftir umsóknum til granskingarskránna FASDiNA – Foreign Affairs, Security, and Defence Policy in the North Atlantic.
Endamálið er at skapa nýggja vitan um uttanríkisviðurskifti, trygd og verjupolitikk í Norðuratlantsøkinum og at styrkja samstarvið millum Føroyar, Grønland og Danmark á hesum økinum.
FASDiNA skal eisini menna granskingarførleikarnar í Føroyum og Grønlandi, m.a. við at stuðla ph.d.- og postdoc-verkætlanum.
Upp til 8 mió. kr. eru tøkar í hesum umsóknarumfarinum til størri og smærri verkætlanir
Fólkatingið hevur játtað fígging til FASDiNA fyri tíðarskeiðið 2023–2028, og Granskingarráðið fyrisitur skránna.
👉 Les meira um umsóknarmøguleikar, treytir og freist á gransking.fo.
Stuðul til gransking í uttanríkisviðurskiftum, trygd og verjupolitikki 2026
Vit lýsa eftir umsóknum til granskingarskránna FASDiNA – stytting fyri Foreign Affairs, Security, and Defence Policy in the North Atlantic....
18/08/2026
Føroysku fyritøkurnar liggja frammaliga í nýskapan í tíðarskeiðinum frá 2022 til 2024 í Norðurlondum. Meira enn helmingurin av føroysku fyritøkunum eru nýskapandi. Tó eru føroyskar fyritøkur minst nýskapandi av vørum og tænastum.
Tað vísa nýggj hagtøl fyri nýskapan, sum Hagstova Føroya hevur ment og kunngjørt 17. august 2026. Hetta er aðru ferð, at hagtøl um nýskapan í Føroyum verða uppgjørd. Hagtølini eru ment í samstarvi við Granskingarráðið og eru gjørd eftir altjóða leisti.
Føroyar frammaliga í nýskapan í Norðurlondum
Føroysku fyritøkurnar liggja frammaliga í nýskapan í tíðarskeiðinum frá 2022 til 2024 í Norðurlondum. Meira enn helmingurin av føroysku fyritøkunum er...
18/08/2026
Framløga um Havsins Áratíggju á Føroya Sjómannadegi 2026 á KG í kvøld, týskvøldið kl. 19.00.
Havið og vit
Havsins áratíggju fyri burðardyggari menningFøroyar liggja mitt úti í stóra Norðuratlantshavinum. Vit liva av havinum, hava stóra vitan um tað – og ei...
15/08/2026
Tú kanst vera við at avgera, hvør skal fáa ársins herðaklapp fyri góða miðling av gransking.
Send okkum títt boð í seinasta lagi 14. september.
Hvør eigur at fáa herðaklapp fyri miðling av gransking í 2026
Tú kanst vera við at avgera, hvør skal fáa ársins herðaklapp fyri góða miðling av gransking.Granskingarráðið fer aftur í ár at heiðra ein persón, sum ...
12/08/2026
Ógvislig afturgongd í fuglastovninum hóttir aldargomlu føroysku fuglaveiðuna. Granskarar á Fróðskaparsetrinum eru nú farnir undir at kanna, hvat hetta merkir fyri samleikan hjá føroyingum.
Verkætlanin er stuðlað av arktiskum átaki NordForsk, sum Føroyar eru virkin partur av.
Heitari sjógvur hóttir fuglaveiðuna
Ógvislig afturgongd í fuglastovninum hóttir aldargomlu føroysku fuglaveiðuna. Granskarar á Fróðskaparsetrinum eru nú farnir undir at kanna, hvat hetta...
23/07/2026
Mikudagin 22. juli vardi Jóannes Purkhús, sóknarprestur í Norðoya eystara prestagjaldi, doktararitgerð - Dr. theol. - í Nýggja Testamenti á gudfrøðiligu deildini við Universität Münster.
Jóannes Purkhús vart doktararitgerð í gudfrøði
Mikudagin 22. juli vardi Jóannes Purkhús, sóknarprestur í Norðoya eystara prestagjaldi, doktararitgerð - Dr. theol. - í Nýggja Testamenti á gudfrøði...
01/07/2026
Ein lýsing eftir umsóknum um gransking í uttanríkis-, trygdar- og verjupolitikki í Norðuratlantshavi í FASDiNA skránni verður eftir ætlan latin upp í august 2026.
Ætlanin er at fíggja tvær granskingarverkætlanir við upp til 3 mió. kr. til hvørja og nøkur greiningarrit og/ella styttri granskingarverkætlanir.
Undanlýsing: Uttanríkis-, trygdar- og verjupolitikkur í Norðuratlantshavi
Ein lýsing eftir umsóknum um gransking í uttanríkis-, trygdar- og verjupolitikki í Norðuratlantshavi í FASDiNA skránni verður eftir ætlan latin upp í ...
30/06/2026
Í stuttum snýr granskingin seg um at menna ein nýggjan hátt at meta um óvissu í teldusimuleringum í tilfarsvísindum (material science). Tilfarsvísindi verða brúkt til at finna og menna nýtt tilfar innanfyri millum annað hálvleiðarar, katalysu, grøna orkuskiftið og meira. Nýggi hátturin gevur álítandi óvissumetingar og ger tí forsagnir um nýtt tilfar meira álítandi.
Teitur Hansen vart ph.d. á DTU Physics
Fríggjadagin 26. juni vardi Teitur Hansen ph.d.-ritgerð sína á DTU Physics.Ritgerðin ber heitð: "Uncertainty Quantifications for Atomistic Simulations...
27/06/2026
10. juni vardi Morten Juel Hansen ph.d.-ritgerð sína um kollektivan intelligens í menniskjaligum toymum við BI Norwegian Business School í Oslo.
Morten Juel Hansen vart ph.d. á BI í Oslo
10. juni vardi Morten Juel Hansen ph.d.-ritgerð sína um kollektivan intelligens í menniskjaligum toymum við BI Norwegian Business School í Oslo.Ritger...